Um tú hevur spælt poker í ein hálvan tíma, og tú framvegis ikki veitst hvør er rukkan, so er tað tí at tú ert rukkan
- Warren Buffett

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan sitandi samgonga als ikki hevði meiriluta fyri uppskotinum um at heimila fosturtøku fram til 12. viðgonguviku, so var um reppið, at Sambandsflokkurin atkvøddi uppskotið ígjøgnum, og nú hevur sami flokkur aftur flættað fingrar við núsitandi liberalistisku og vinstravendu landsstýrissamgonguna og hevur bjargað uppskotinum hjá Høgna Hoydal, so tað kemur ígjøgnum á tingi, at bøndur missa grundleggjandi rættindi sum jarðareigarar ella festarar.

Tí er veruliga grund at seta spurningin: Er ein grundleggjandi broyting í ferð við at henda í Sambandsflokkinum, har ein liberalistiskur vongur yvirtekur stýringina?

Vit sóu herfyri, at Sambandsflokkurin ikki varð umboðaður av sínum egna formanni, tá ið flokkurin kallaði inn til almennan tíðindafund, har flokkurin skrivaði formliga undir og bant seg til eina avtalu við tríggjar aðrar flokkar?!

Tað bleiv sett so flott upp við tíðindafundi, har núsitandi samgonga saman við Sambandsflokkinum, sum er í andstøðu, fortaldi Føroya fólki, at nú høvdu stjórnarflokkarnir og Sambandsflokkurin gjørt eina bindandi avtalu um gjøld á alivinnuna.

Tað er ein sjálvfylgja, at tá ein politiskur flokkur verður umboðaður alment og skal gera eina almenna, úteftir bindandi, avtalu, so er tað sjálvandi formaðurin í flokkinum, sum skal standa í fremstu røð, skriva undir vegna flokkin og siga tað, sum sigast skal.

Hetta er og verður uppgávan hjá einum floksformanni, tí um  formaðurin ikki røkir hesa uppgávuna, kann ein av røttum spyrja, hvat ein floksformaður verður valdur til!

Vit liva í eini tíð, har hin einstaki hugsar fyrst og síðst um sjálvan seg, og har felagsskapurin sera sjáldan liggur fremst í huganum, og júst hesum tykist Sambandsflokkurin at vera eitt offur fyri í hesum døgum.

Fyri tann gløgga eygleiðaran er tað blivið alsamt meir eyðsýnt, at Sambandsflokkurin hevur fingið ein vong - ella eina kliku - sum ger nógv fyri at flyta flokkin á eina liberalistiska kós, har pláss ikki er fyri teimum góðu gomlu virðunum, sum áður taldust millum skjaldrsmerki Sambandsfloksins.

Sambandsfólkini, ið heilt greitt standa saman um at draga hesa línuna, eru m.a. Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen, sum eru í fremstu røð at taka undir við og tala heitt fyri teimum liberalistisku uppskotumum, sum núsitandi landsstýrissamgonga barslar við.

Tað er eitt sindur ógreitt, hvar nýggi tingmaður Samnandsfloksins, Erhard Joensen, stendur í hesum talvinum, men eftir hesum seinasta tíðindafundinum at døma er hann rivin við í hetta rákið til vinstru í Sambandsflokkinum.

Ein fjórða madamma, sum heilt greitt dregur til vinstru í Sambandsflokkinum, er nýggja fólkatingskvinnan, Anna Falkenberg, sum tykist trívast best í hóslagi við samsint í øðrum flokkum vinstru megin Sambandsflokkin.

Tí seta vit spurningin: Er ein liberalistiskur vongur í ferð við at yvirtaka Sambandsflokkin?

Royters
          

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo