BirkBlogg skrivar: Nei, tað er ikki plakatin til nýggja filmin, Mig og Min Lillebror, tað eru Kris og eg, sum Evi Tausen sá okkum aftanfyri í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Trý konsertkvøld við inngangi til Kris Kristofferson eru komin at enda.
Tað hevur verið hendingaríkt og stuttligt, og ikki sørt av einum heiðuri at sleppa at uppliva, takk Tummas.
Best dámdi mær For the Good Times á Reinsarínum mikukvøldið. Intensari verður tann sangurin ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo