![221012 Elsebeth Mercedis nordlysid.fo 720x360](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/221012_Elsebeth_Mercedis__nordlysid.fo_720x360.jpg)
![221012 Elsebeth Mercedis nordlysid.fo 720x360](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/221012_Elsebeth_Mercedis__nordlysid.fo_720x360.jpg)
Eitt av málunum, sum eg vil arbeiða við, eru lestraríbúðir til tey, sum fara til Danmarkar í lestrarørindum.
Øll sum fara niður í lestrarørindum vita, hvussu trupult tað ofta kann vera at fáa bústað í lestrartíðini.
Tað er møguliga avmarkað, hvussu nógv eitt fólkatingsumboð kann gera við hendan bústaðartrupulleikan.
Eg vil so íhvussu er gera alt tað sum stendur í míni makt at ávirka teir røttu myndugleikarnar fyri at betra um atgongdina til lestraríbúðir.
Eg vil arbeiða fyri at føroysk lesandi blíva raðfest í tillutanini av lestraríbúðum.
Bústaður er ein grundleggjandi tørvur hjá okkum øllum og serliga hjá teim ungu, sum fara heimanífrá í lestrarørindum. Eg vil tí raðfesta hetta økið høgt.
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo