Kringvarpið: Gjógvin millum Vinnumálaráðið og hagan við flogvøllin er góðar 20 milliónir krónur.
Verður niðurstøðan í landsrættinum fermetrar, er prisurin eftir at taka støðu til, 27 krónur ella 71 krónur:
Krøvini hjá báðum pørtum vera tey somu sum í Føroya rætti, tá Vinnumálaráðið og hagaparturin Ytri Suttringur í Sørvági hittast í Eystara landsrætti tann 7. juni.
Vinnumálaráðið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, og hagaparturin mótappelleraði.
Stríðið er um lendið, sum í 2009 varð ognartikið til flogvøllin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo