Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri komandi trý árini.

Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.

Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um stuðulin til yrkisleiklist fyri 2024. Limirnir frá 1.2.2024-31.1.2027 eru:

- Margretha Nónklett, forfólk, tilnevnd av landsstýriskvinnuni

- Benjamin Gaasedal, tilnevndur av landsstýriskvinnuni

- Durita Dahl Andreassen, tilnevnd eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

- Arnfinnur Nesá, tilnevndur eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya

- Ria Tórgarð, tilnevnd eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya

- Heini Gaard, tilnevndur eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð

- Barbara Hentze í Stórustovu, tilnevnd sum starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Tað verður Margretha Nónklett, sum verður forfólk næstu trý árini. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og deildarleiðari á fólkalívsdeildini á Tjóðsavninum. Áðrenn tað var hon býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Hon hevur eisini drúgvar royndir frá Landsfyrisitingini.

Benjamin Gaasedal hevur drúgvar royndir sum kórleiðari. Hann er útbúgvin timburmaður og hevur m.a. smíðað til pall, og eisini umvælir hann ljóðføri.

Durita Dahl Andreassen og Barbara Hentze í Stórustovu eru afturvaldar, men annars eru øll nývald á hesum sinni.

Leiklistaráðið hevur heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Sbrt. lógini skal landsstýrisfólkið seta Leiklistaráðið við sjey limum og skal sjálvt tilnevna forfólkið umframt ein lim. Annar av hesum skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. Leikarafelagið, MáF, LISA og Tórshavnar býráð tilmæla hvør sín lim. Tjóðpallur Føroya velur eitt starvsfólkaumboð. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo