Aktiónshúsið sum eisini verður nógv brúkt av føroyingum hevur eina samlaða skuld uppá yvir 170 mió kr. Og tað er meira enn felagið megnar. Eitt nú hava nógv fólk, sum hava selt, ikki fingið pengarnar, sum tey hava selt fyri.
Eigararnir hava í seinastuni roynt at endurskapað felagið við at skaffa nýggjan kapital, men tað hevur verið til fánýtis, og tí er í dag tikin avgerð um, at koyra felagið á húsagang.
Fleiri føroyingar hava brúkt Lauritz.com, eitt nú hevur verið vanligt at føroysk listarverk hava verið sett til sølu á uppboðssøluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo