Ein felagsskapur sum síðani 2018 hevur arbeitt fyri at hjálpa Latifu prinsessu úr Dubai, hevur upployst seg sjálvan, eftir at myndir av Latifu eru komnar undan kavi, har hon eftir øllum at døma er og ferðast í Íslandi og hevur tað gott.
Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum BBC.
Latifa prinsessa fekk øll heimsins eygu vend ímóti sær í 2018, tá hon alment segði seg royna at flýggja undan máttmikla pápanum, sheik Mohammed bin Rashid al Maktoum, sum eisini er forsætisráðharri og varaforseti í Sameindu Arabisku Emiratunum. Hon segði eisini, at hon stúrdi fyri lívinum.
Stutt eftir fór hon sum undir heilt, og fleiri, teirra millum ST, kravdi váttan frá Dubai uppá, at Latifa var á lívi.
Men tað er hon eftir øllum at døma. Á sosialum miðlum vísir hon myndir og sigur frá sínum framtíðarætlanum.
Felagssapurin Freelatifa boðar á heimasíðuni frá, at hann nú gevst við sínum virksemi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo