Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er hent nógv í Russlandi farnu vikurnar.

16. februar varð Navalny dripin. Sum øll væntaðu. Eisini maðurin sjálvur. Tí tann, sum setir seg upp móti russiska diktatorinum og hóttir hansara kvørkratak um statin og fólkið – ja, hann má rinda við lívinum. Navalny er ikki tann fyrsti, og verður heldur ikki tann síðsti.

Stutt eftir var ”val” í Russlandi. Putin ”vann”. Sjálvandi. Eingin slapp at stilla upp, sum segði eitt øvut orð móti diktatorinum.

Nýggja, sterka mandatið bleiv straks brúkt: Missilirnar fóru at regna niður yvir Kiev sum sjáldan fyrr. Eingin skuldi fara skeivur: Endamálið er enn at gera av við Ukraina, og lima landið inn í Russland. Hvussu nógvir býir skulu brennast niður og hvussu nógv menniskju skulu drepast fyri at náa endamálinum, hevur ongan týdning.

Diktatorurin hugsar um tær stóru, søgiligu linjurnar. Ikki um bagatellir.

So ganga nakrir dagar, og so ávarar amerikanska fregnartænastan russiskar myndugleikar um, at ISIS ætlar at fremja eina terroratsókn í Russlandi. Diktatorurin verður rasandi, og kallar tað eina ”vesturlendska provokatión, hvørs endamál er at destabilisera russiska samfelagið”.

Fáar dagar seinni verður kunngjørt, at LGBT-rørslan nú verður sett á ein almennan, russiskan lista yvir ”terroristar og ekstremistar”. Sovorðið vesturlendskt svans sum homoseksualitetur skal ikki dálka Russland!

Bert fáar tímar eftir hetta fremur ISIS álopið, sum amerikanarar hava ávarað um. Tað er stórt, og avleiðingarnar eru syndarligar. ISIS tekur ábyrgdina.

Men tá diktatorurin eitt døgn seinni endiliga trínur fram, er signalið greitt: Ukrainar standa, so ella so, aftanfyri terrorálopið! Sum so sjálvandi eisini merkir, at kríggið móti Ukraina skal herðast.

Tað verður eisini gjørt. Ein missil fer enntá inn um polskt luftrúm. Altso inn í NATO-økið. Putin spælir avlorliga við eld.

Men hann hevur eitt endamál, sum gongur fram um øll onnur: Kríggið móti Vesturheiminum.

Higartil er kríggið móti Ukraina ført við bumbum. Móti øðrum londum er tað – higartil – ført við royndum at máa støði undan samfeløgunum á annan hátt. Men missilin yvir Póllandi ber kanska boð um nakað annað.

Okkara paradís
Putin førir kríggj móti eini heimsskipan, sum byggir á lógir, reglur og avtalur. Móti eini heimsskipan, har lond og fólk kunnu kenna seg trygg, hóast tey ikki hava sterkan her.

Í gomlum døgum máttu lond brúka meira enn helvtina av sínum inntøkum til verju. Nú liggur talið um okkara leiðir – takkað verið nýggju heimsskipanini og samstarvinum í NATO – um tey tvey prosentini.

Men í Føroyum eru útreiðslurnar til verju null krónur. Vit hava onga herskyldu. Ongar hermenn. Onnur verja okkum – og rinda fyri tað. Vit kunnu nýta ALLA okkara orku og ALLAR okkara pengar til at skipa og útbyggja samfelagið so væl sum gjørligt við vinnulívi, skúlum, heilsuverki og infrakervi.

Vit geva okkum ikki altíð far um tað – men á mangan hátt liva vit í einum paradísi. Og fortreytin fyri hesum paradísi, er tann heimsskipan, sum Putin førir kríggj ímóti.

Fólkaflokkurin
Kortini er hugurin at taka stig saman við teimum, sum verja hesa heimsskipan – sum verja okkum – ikki so stórur.

Tó so, sitandi samgonga hevur við bit og slit fingið sett nøkur tiltøk í verk.

Men samstundis sum Putin herðir sítt stríð, liggur nú eitt uppskot frá Fólkaflokkinum í tinginum. Endamálið er, sum flokkurin skrivar, at ”tey avmarkandi tiltøk, ið landsstýrismaðurin gjøgnum kunngerð kann seta í verk, ikki skulu fevna um fiskiveiðuavtalur, atgongd hjá russiskum fiskiskipum at koma í føroyska havn og tænastuveitingar til hesi ella útflutning av mat- og fiskavørum.”

Tey fáu og smáu tiltøk, vit hava sett í verk, skulu altso strikast.

Flokkurin sigur í viðmerkingunum ikki eitt einasta orð um ta støðu, Russland hevur sett Europa í. Fyriheldur seg ikki til kríggj og hóttanir yvirhøvur. Einasta fokus er, at tað kann fáa ”jaligar avleiðingar fyri okkara tænastuvinnu” um vit strika tiltøkini.

Tað snýr seg um møguligar inntøkur her og nú. Einki annað. Tað er ikki bara okkara nalvi, sum er í fokus. Okkara nalvi er alt.

Henda støða er ikki nýggj. Jørgen Niclasen hevur áður sagt, at okkara tætta samstarv við Russland skal halda fram uttan mun til hvat.

Tað er fyrst og fremst Jacob Vestergaard, sum hevur gjørt av, hvar Fólkaflokkurin skal standa í stríðnum millum Russland og Vesturheiminum. Og tað, hann hevur sagt, hevur fingið sjálvt onkran fyrrverandi leiðandi fólkaflokspolitikara at spyrja hvørjum parti, Fólkaflokkurin er í.

Tí er hetta hvørki nýtt ella óvæntað.

Tjóðveldi
Tjóðveldi var hinvegin púra greitt fyri valið: Fiskivinnusamstarvið við Putinsa Russland skuldi sigast upp.

Men nú er samstarvið longt. Eftir, sum skilst, kravi frá m.a. Tjóðveldinum.

Og tað er hent hóast russiski búskapurin nú er ein reinur krígsbúskapur, har ein munandi partur av hvørji vunnari krónu fer beint til kríggið. Hóast russisku fiskiskipini kunnu nýtast til hernaðarlig endamál. Hóast tað er sera ivasamt, um tað fíggjarliga yvirhøvur loysir seg fyri Føroyar. Hóast vandi er fyri, at onnur lond fara at fylgja USA, og nokta at keypa fisk úr russiskum sjógvi. Hóast vit lítið og einki eftirlit hava við teimum 29 russisku skipunum, sum hava loyvi at fiska hjá okkum. Hóast teirra ókontrolleraða fiskarí uttan iva er skaðiligt fyri okkara grunnar. Hóast Russland púra opið hótti okkum við avleiðingum, um avtalan ikki bleiv endurnýggjað. – Hóast tað við øðrum orðum eingin ivi er um, at Russland hevur eitt politiskt endamál við samstarvinum við Føroyar.

Kortini hálsaði Tjóðveldi um. Og tað løgna er, at tað hendi uttan grundgevingar yvirhøvur.

Bara ein tinglimur fyri Tjóðveldi hevur, tað eg veit, úttalað seg um málið. Hon segði við Dag & Viku, at jú fleiri upplýsingar hon hevði fingið, jú meira sannførd bleiv hon um, at tað var skeivt at gera avtaluna við Russland.

Hvørgin av høvuðsmonnunum – Dennis Holm, fiskimálaráðharri, og Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri – hava við einum orði grundgivið fyri, hví tað politiskt, búskaparliga og moralskt er rætt at samstarva so tætt við Putinsa Russland. Hví vit við nýggju avtaluni enntá loyva Russlandi at fiska nógv meira á føroyskum øki enn áðrenn. Og hví vit framvegis hava bind fyri eyguni, tá tað snýr seg um eftirlit.

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevði í farna mánað eina frálíka grein í Sosialinum, har hann lýsti tað grundleggjandi, globala stríðið millum frælsi og ófrælsi. Hann kom eisini inn á okkara leiklut, og var sera hvassorðaður um umrøddu kúvending:

”Í andstøðu eru idealir góð at hava, tá tjóðir verða hóttar í sínum grundvølli av ágangandi stórveldum, men í samgongu er russiskur toskur uppaftur betri, eisini hjá politikarum, sum siga seg virka fyri føroyskum fullveldi. Tað hjálpir einki, hvat lítlu Føroyar gera, er vanliga frágreiðingin, og so gera vit sum vit plaga – lítið”.

Samstarv í nýtt ljós
Frælsi er fyri okkum ofta bara eitt flákrandi hugtak. Vit taka tað fyri givið. Tað er sum luftin, vita anda.

Men tað er eingin sjálvfylgja. Og tað er ógvuliga ítøkiligt. Munurin millum eitt lív í frælsi og eitt lív í ófrælsi er totalur. Tað vita øll, sum hava roynt tað seinna.

5.000 føroyingar vóru í Berlin í januar, og nógvir sóu leivdirnar av múrinum, sum í áratíggju var mark millum frælsi og ófrælsi. Eingin hevði vilja livað skeivu megin.

Betongmúrurin stendur ikki longur í Berlin. Men tann politiski múrurin millum frælsi og ófrælsi stendur enn.

Og frælsi verjir ikki seg sjálvt. Polski forsætisráðharrin segði soleiðis í gjár eftir at russiska missilin var í hansara loftrúmi:

”Eg vil ikki ræða nakran, men kríggj er fyri okkum ikki longur eitt hugtak úr fortíðini. Tað eru veruligt (…). Restin av Europa má gera seg til reiðar til eitt hóttandi kríggj.” Hann heitti inniliga á aðrar stjórnir um at taka vandan í álvara. Og póllendingar vita, hvat teir tosa um. Í 1939 stóðu teir fyrst fyri. Í 1939 vóru teir Ukraina.

Svenska stjórnin hevur eisini greitt ávarað sínar borgarar um, at kríggið kann breiða seg.

At russiskar rakettir nú ikki bara regna niður yvir Ukraina, men koma inn í polskt loftrúm, eigur eisini at fáa okkum føroyingar at seta samstarvið við Russland í eitt nýtt ljós.

Okkara frælsið hótt. Eins og tað var í 1939. Føroyar eiga at standa 100% á síðuni hjá teimum, sum verja tað. Sum verja okkum.

At skjóta upp at leggja landið púra opið fyri Russlandi í hesum døgum, er heilt ófatiliga ábyrgdarleyst.

Sjúrður Skaale

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo