Longu tá klimatoppfundurin í Dubai byrjaði, bórust tíðindini um eina loysn á teimum torførastu evnunum.
Fleiri lond boðaðu frá at tey vóru tilreiðar at gjalda stóra upphædd í ein grunn fyri fátæk lond.
– Vit hava skrivað søgu í dag, segði Sultan al-Jaber tá ið hann kunngjørdi avgerðina.
Peningurin í grunninum skal hjálpa fátækum londum sum verða rakt av klimabroytingunum.
Tilsamans higartil er talan um 300 milliónir dollarar.
Sameindu arabisku emiratini (UAE) lata 100 milliónir dollarar.
Týskland 100 milliónir dollarar.
Bretland upp til 60 milliónir dollarar.
USA 17,5 milliónir dollarar.
Japan 10 milliónir dollarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo