Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Aftur í ár skipa Føroya Handverksmeistarafelag og NámX fyri kunning um møguleikan at finna lærupláss.

Hetta skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag á heimasíðuni.

Tá skúlaárið er liðugt í summar, skulu teir gott 170 næmingarnir á NámX í holt við sína næstu avbjóðing. NámX er komið fyri 10. flokk, har næmingar koma nógva staðni frá at royna ta spennandi breytaskipanina, sum Eysturskúlin bjóðar. Millum breytirnar eru fleiri, har eitt lærupláss er eitt náttúrligt næsta stig. Eitt nú umfatar Tøknibreytin bil, el og metal fakini, meðan Handverksbreytin mest arbeiðir við timbri.

Sum liður í at fyrireika næmingarnar at koma út á arbeiðsmarknaðin, hevur NámX ynskt at skipa fyri einum kunningartiltaki, har arbeiðsgevarar greiða frá, hvat skal til fyri at fáa eitt lærupláss. Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum stendur fyri kunningini.

- Fyri okkum hevur tað stóran týdning at fáa kunningina út um hvussu ómetaliga spennandi tað er at fara í læru, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

- Tú fært eina útbúgving við sera góðum starvsmøguleikum

Tiltakið verður í Eysturskúlanum mikudagin 11. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo