Synergi: Dugur tú eitt sindur av PowerPoint, men veit ikki altíð hvar hetta ymiska er? Tekur tað ov langa tíð, tí tú altíð mást royna teg fram? Er framløgan kanska ikki so snøgg, sum tú kundi ynskt?
Kom á skeiðið 28. november og lær tað uppá bara ein hálvan dag. Fá pláss eftir!
Vit læra tað, sum tú hevur tørv á, til at gera eitt gott PowerPoint:
· Yvirlit yvir PowerPoint
· Hvussu setur tú myndir inn og snikkar tær til?
· Hvar er tað, tú skalt koyra logo inn, so tað sæst á øllum "síðum"
· Hvussu skiftir tú millum design og litir?
· Hvussu brúkar tú funkuna SmartArt
· Lær grundreglurnar um diasmaster
· Hvussu fært tú skiftið millum "síðurnar" at síggja gott út?
· Hvussu kanst tú fjala eina "síðu", sum ikki skal vísast á einum ávísum fundi?
· Hvør er munurin á "overgange" og "animationer"?
· Hvussu kanst tú gera eina framløgu, sum koyrir automatiskt, eitt nú á einum kunningarskermi?
· Hvussu printar tú tína framløgu? Hvørjir eru møguleikarnar?
PowerPoint hevur óteljandi møguleikar, sum tú kanst brúka at stuðla upp undir tað, tú hevur uppá hjarta í eini framløgu.
Kom á skeið 28. november og lær smørtu funkurnar.
Tilmelding á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo