Løgmálaráðið: Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur í dag havt fund við danska løgmálaráðharran, Peter Hummelgaard.
Peter Hummelgaard hevði bjóðað landsstýrismanninum á fund í sambandi við nýggju politisku fleiráraavtaluna, ið skal gerast fyri dómstólarnar.
Á fundinum gjørdi landsstýrismaðurin m.a. vart við, hvussu stóran týdning tað hevur, at viðurskiftini hjá Føroya Rætti eru tey somu sum hjá øðrum donskum dómstólum.
Á fundinum varð eisini komið inn á tilgongdina við at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum, umframt viðurskiftini hjá føroyskum innsettum í Mjørkadali og í Danmark.
“Eg fegnist um ein góðan fund, og at Peter Hummelgaard er sinnaður at gera sítt til, at føroysku ynskini verða gingin á møti”, sigur landsstýrismaðurin aftaná fundin í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo