Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er sjálvandi av tí góða at landsstýrisfólk eru virkin við penninum, og kjakast um politikk og samfelagsviðurskifti.

Ein hin ídnasti við knappaborðið er Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Tíðindabløðrurnar, sum vera sendar út sum lesarabrøv, snúgva seg um mangt og hvat. Felags fyri tey øll er, at stórt sæð alt er ballónir, ætlanir, hugsanir og tankatoskar.

Haldi hann langt síðan hevur yvirhála Tjóðveldi, sum ballónblásari. Og tað skal nokkso nógv til. sambært honum sjálvum.

Nú er einki galið í tí at hava ætlanir og dreymar. Tvørturímóti er tað bæði gott og gagnligt fyri fólk og samfeløg.

Tað er kortini eitt dýpi av andsøgn millum skrivaðu lesarabrøvini, og avrikini í framda politikkinum.

Tí, varð tað ikki fyri korona-pakkarnar sum komu í Tingið, so hevði verið serstakliga soltið við polittiskum arbeiði hjá lóggevandi valdinum.

Hettar samstundis, sum landsstýrismaðurin umsitur eitt tað mest víðfevnda økið í landsstýrinum.

Tala kann vera góð, men sum borgarar og samfelag krevja vit meira, enn bert ballónjournalistikk úr landsins stýri.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo