Nú skal felagið Bústaðir aftur á beint. Tað eru boðini frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu. Hon ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skal samstarva við privatar íleggjarar um bústaðaverkætlanir.
Hetta fer, sambært landsstýriskvinnuni, at gera húsaleigurnar bíligari.
Fyrimunir og vansar eru við øllum. Ingilín D. Strøm hevur rætt í tí, at samstarv við feløg, ið vilja hava vinning, trýstir leiguprísin upp.
Men tá tað er sagt, so mugu vit ikki gloyma, at um felagið skal gera allar íløgurnar einsamalt, so eru munandi færri pengar at arbeiða við, og tí verður minni bygt.
Bústaðir hevur 450 mió. krónur at ráða yvir. Av teimum skulu 200 mió. krónur brúkast til fólk við serligum tørvi, so nú eru bara 250 mió. eftir.
Við verandi prísum røkkur tað ikki langt, um málið framvegis er, at øll skulu hava rætt til góðan bústað (sum onkur lovaði undan løgtingsvalinum).
Eitt annað sum eisini má havast í huga er, at tað at útboðið av bústøðum minkar, er eisini við til at trýsta prísin upp, so handan lækkingin í húsaleiguni kann blíva avmarkað.
Eg síggi at landsstýriskvinnan ætlar ikki beinleiðis at nokta Bústøðum at samstarva við privatar íleggjarar, men hetta skal vera eitt frítt val.
Tað er kanska skilagott.
Men skal pástandurin um at leigan fer at lækka geva meining, so má tað merkja, at privatir íleggjarar verða í hvussu so er ikki við í øllum, og tá verður minni bygt.
Onkuntíð er ringt at velja millum tveir møguleikar, tí vit vilja hava bæði, men fáa bara annað.
Valið stendur ímillum at byggja nógv við hægri leigukostnaði, ella at byggja minni við lægri leigukostnaði.
– Sum orðatakið sigur: “Skeri eg teg her, so missi eg teg har”.
Helgi Abrahamsern
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo