Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Í gjár varð World New Music Days festivalurin settur í Norðurlandahúsinum. Talan er um ein árligan festival við samtíðartónleiki úr øllum heiminum og í samstarvi við Felagið Føroysk Tónaskøld, verður festivalurin í ár hildin í Føroyum. Møguleiki verður at uppliva nýggjan altjóða samtíðartónleik í øllum landinum í døgunum 21. juni - 1. juli.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu til setanina og niðanfyri ber til at lesa røðuna, her í føroyskari útgávu.

--------

Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri stóra heiðurin at seta slíka forkunnuga fagnarstevnu fyri nútíðar tónleik. Tað er ein sannur og stórur heiður, at heimsfestivalurin World New Music Days nú er í Føroyum. Í okkara vakra góða landi, har tónleikur hevur so stóran týdning fyri trivnað, samanhangsmegi, mentan og framburð.

Av hjarta takk til tykkum í Felagnum Føroysk Tónaskøld fyri at skipa fyri og til øll tykkum mongu, sum gera WNMD møguligt, og ikki minst øll tykkum sum eru komin higar at ríka okkum við tónleiki.

Festivalurin er ein stevna millum áhoyrarar og konsertstøð, millum tónaskøld og tónleikarar, millum vinnufelagsskapir og rættindahavarar – og formidlarar. Ein heil vika í ljóminum av nýggjum samtíðartónleiki í vøkrum umhvørvum í Føroyum og mitt í heiminum. 

Tað eru 55 limalond í International Soeciety of contemporary Music. Føroyar hava verið limir í umleið 15 ár.

Altjóða limaskapir eru góð og avgerandi portur hjá okkum at knýta sambond við allan heimin. Henda stevnan er talandi dømi um tað. Tónleikur kennir ikki landamørk og tónleikasambond og samstørv kring knøttin ríka okkum í ríkiligt mát. 

Hesar dagar, meðan festivalurin er í Føroyum, er lagt upp til, at tað vera 26 konsertir runt um í landinum við verkum eftir meira enn 80 tónaskøldum úr øllum heiminum umframt verk eftir 33 føroyskum tónaskøldum.

Føroyar verða sostatt eitt tónleikalaboratorium komandi dagarnar. Tað kann bara blíva gott. Tvørturum instrumental og genrumørk verður arbeitt fyri at vísa og lýsa breiddina í tónleiki, sum tey omanfyri 100 fólkini, sum eru komin higar fara at lata okkum hoyra.

Í samband við festivalin verður eisini aðalfundur í Føroyum. Vit eru takksom fyri at tit hava valt Føroyar. Tit kundu ikki valt betri stað. Gaman í liggja vit fjarðskotið, men vit eru av sonnum errin tjónleikatjóð.

Við einum fólktali uppá stívliga 50.000 hava vit 33 samtíðarverk við á festivalinum, sum føroysk tónaskøld hava komponerað.

Í Føroyum hava vit flott symfoniorksestur, sera góðan musikskúla, kór - ofta fleiri í hvørjari bygd ella samkomu, eina rúgvu av tónleikabólkum, Kingosangarar, kvøðarar, barnakór og musikmiðnám o.a. Neyvan er nakað húski, har tónleikur ikki er virkin partur av gerandilívinum. Nógvur tónleikur verður givin út, og konsertir eru nakað vit sum fólk hava sum helt sjálvsagdan part av lívinum. Eitt lív uttan tónleik er flestu okkara púra óhugsandi og fátækt.

Føroyingar hava sterka siðvenju, tá ið tónleiki umræður.  Gamalt var at sungið varð, tá ið farið varð til útróðrar. Felagssangur er enn sterkur millum fólk, og kvæðini og føroyski dansurin livir sítt fríska lív. Kvæðini hava havt ómetaligan týdning útyvir tað tónleikaliga. Kvæðini hava borðið okkara søgu og okkara mál á mannamunni, áðrenn vit høvdu nakað skriftmál. Sostatt eiga tey stóra æru í at varðveita okkara søgu og føroyska málið. Tónleikurin hevur sostatt óvurderiligan mentanarligan týdning. Hann er samleikaskapandi og ber okkara mentanararv.

Eg meti tað vera serliga áhugavert at tykkara stevna snýr seg um nútímans og samtíðar tónleik. Ja, vit hava stórt søguligt tónlistaligt viðføri, men tað er enn nokk so nýtt at føroyskur tónleikur verður komponeraður. Men økið er í rúkandi menning og tað hevur stóran týdning.

Tónleikur skal eisini siga nakað um nútíðina og samtíðina. Dagurin í dag skal eisini skjalfestast og lýsast við tónum. Hann skal peika inn í framtíðina og vísa kós. Tað granskandi, eksperimenterandi og nýskapandi tryggjar framhaldandi menning á tónleikaøkinum. Tað fær okkum at lurta og reflektera, ikki bara um tað sum var, men eisini um framtíðina og tað sum kemur. Eisini tí hevur hesin festivalur týdning. Hann økir bæði okkara egna og altjóða uppmerksemi um nýggjan føroyskan tónleik. Fyri at arbeiða við framtíðini krevst dirvi at skapa nýtt. 

Tónleikur er sum ein lykil, sum kann lata upp til innastu hjartarótina. Tónleikur rørir, hann uggar, hann fremur felagsskap, empati, og hann bindur okkum saman. Tónleikur byggir brýr millum menniskja og egnu kenslurnar, millum fólk, millum býir, bygdir og lond. 

Tónleikur er kanska størsta diplomatiska amboðið vit hava.

Tónleikur talar eitt mál, sum øll skilja, hjarta- og kenslumál. Líka mikið hvar vit eru stødd í verðini, ella í lívinum, so skilja vit tað. Tað talar til sansirnar um tað ótilvitaða. Tí tørvar okkum tónleik. Mín niðurstøða er, at vit blíva betri menniskju av tí. Og er tað nakað heimurin hevur tørv á í dag, so er tað góð menniskju, felagsskap og empati í einum heimi, har kríggj og ófriður tíverri eisini er gerandisdagur hjá nógvum.

Tónleikur byggir brýr, har gjáirnar kunnu vera djúpar.

Gjøgnum allar tíðir hevur menniskjað søkt tónleikin. Tey elstu instrumentini, sum eru funnin eru kanska yvir 40.000 ára gomul. Og menniskjarøddin hevur altíð verið har við sangi og rútmu.

Tónleikur tykist íborin. Lítli nýføðingurin reagerar spontant uppá tónleik. Tíðliga eftilíknar hann og vísir rýtmu við klappi og øðrum. Sangur hevur týðuliga ávirkan á menniskjað heilt frá móðurlívi.

Heilt aftur í griksku antikkina kunnu vit lesa um hvussu filosofiin hjá Platon bygdi á, at ein musisk uppaling var alneyðug fyri hvussu menniskjað mentist og skapti samleika líka frá vøggu í grøv. Menniskja og tónleikur var ein samanrunnin partur. Ein heil eind.

Tað sansaliga í tónleikinum fær okkum at vakna. Tað ger at vit megna at hygga inn í okkum sjálvi, sum er avgerandi fyri at vit kunnu hyggja út og møta framtíðini.

Tað er stórt og heiðurligt fyri Føroyar nú at kunna uppliva eina heila viku í ljóminum av samtíðartónleiki. 

Vit fegnast um at vera miðdepil í tónleikaheiminum hesar dagar og ynskja tykkum eina góða stevnu, har nógv góð bond verða knýtt. Sambond sum fara at skapa gróðrarbotn fyri víðkaðum tónleikasjónarringi okkum øllum til gleði og signingar. 

Vónandi fáa tit eisini høvi at uppliva okkara vakra land og fólkið her byr. Vónandi kunnu hesi vera tykkum til íblástur til nýggjan og spennandi samtíðartónleik.

Eins og í øllum øðrum lívsins viðurskiftum er tað relatiónirnar millum menninkju, sum hava størst týdning tá ið alt kemur til alt. Tí hevur tað eisini týdning at hittast við samsintum og lata skapanargleðini ráða. Tá fer at blóma.

Góðan festival og góðan fund!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo