Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Aksel Vilhelmson Johannesen, løgmaður
Evni: Virksemið í Føroyum hjá russiskum fiskiskipum

Spurningar:
1. Hvaðani stava hagtølini, ella hvør hevur latið tey til løgmann, um nøgdir av fiski, sum eru um- og uppskipaðar í Føroyum av russiskum fiskiskipum, soleiðis sum løgmaður alment hevur lagt tey fram, t.e. 400 tús. tons árliga og at talið er vaksandi, og hví henda frágreiðing og tølini ikki eftirkannað?

2. Hvaðani stava hagtøl og upplýsingar til løgmann, um vaksandi nøgdir av kongafiski, sum væntandi verða um- og uppskipaðar í Føroyum í komandi tíðum, og hví henda frágreiðing og tølini ikki eftirkannað?

3. Var tað tilætlað at leggja fram skeiv hagtøl á tíðindafundinum og í Løgtinginum við tí endamáli lættari at fáa undirtøku fyri møguligum avmarkingum?

4. Standa tey røttu hagtølini um nøgdir av um- og uppskipaðum fiski í frágreiðingini um uttanríkispolitikk, sum er latin Uttanlandsnevndini?

- Um ja: hví eru hesi hagtølini ikki løgd fram alment sum tað einasta rætta, og hvør hevur latið tølini til frágreiðingina?

- Um nei: hví standa hagtølini ikki í frágreiðingini?

5. Ætlar løgmaður at leggja fram alment røttu hagtølini um virksemið í Føroyum hjá russiskum fiskiskipum?

Viðmerkingar:
Tað eru nógv í Føroyum og útlandinum, sum standa spyrjandi, hví løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum herfyri á tíðindafundi á Viðareiði, hósdagin 1. juni, alment greiddu frá um virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Føroyum og løgdu fram realiserað tøl, sum seinni vísa seg ikki at samsvara við veruleikan ella eru faktuelt skeiv - bara Vørn skrásetir og hevur røttu tølini.

Tølini um um- og uppskipan av fiski verða løgd fram bæði á tíðindafundi og eisini í Løgtinginum undir 1. viðgerðini av lógaruppskotinum um at víðka heimildirnar hjá landsstýrismanninum til at seta í verk avmarkingar fyri virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Føroyum. Í tveimum umførum kemur løgmaður og ber fram ikki eftirfarandi nøgdir um virksemið, fyrst um pelagiska partin og síðan um kongafisk.

Tað kann ikki góðtakast, at viðgerðin av einum slíkum uttanríkispolitiskum álvarsmáli, sum annars skuldi vera sveinastykkið hjá landsstýrinum á uttanríkispolitiska økinum, nú snýr seg um, hvørt grundarlagið hjá Løgtinginum at taka støðu út frá, er eftirfarandi ella ikki. Landsstýrið má nú, fyri at varðveita trúvirðið í politiska arbeiðinum, koma fram við øllum røttu og viðkomandi upplýsingunum um, hvat er hent í hesum málinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 9. juni 2023
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo