Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Almannaverkið hevur kosið Landshandilin, sum ársins rúmliga arbeiðsgevara, og í hesum sambandi helt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, røðu og handaði heiðursbræv og standmynd.

Tað eru starvsfólk í Almannaverkinum, ið hava innstillað teir arbeiðsgevarar, sum tey farna árið hava mett at hava uppiborið heiðurin Ársins rúmligi arbeiðsgevari, tí arbeiðsgevararnir hava gjørt serligan mun, tá tað snýr seg um at hava fólk við serligum tørvi í starvi.

Í grundgevingini fyri, hví Landshandilin hevur uppiborið heiðurin sum ársins rúmligi arbeiðsgevari, stendur m.a.:

- Landshandilin, við Ingvardi Vang á odda, hevur megnað at givið unga manninum eitt trygt og gott arbeiðspláss. Við tolsemi og nærlagni hava tey givið sær stundir til at læra unga mannin at kenna og tillaga arbeiðsuppgávurnar hjá honum til hansara førleikar, samstundis sum hann hevur fingið ábyrgd og ein týðandi leiklut á arbeiðsplássinum.

Við vælvild og rúmlighet hevur Landshandilin skapt eitt arbeiðspláss til ein borgara við avbjóðingum og afturfyri fingið eitt ábyrgdarfult starvsfólk, sum megnar sín týðandi leiklut.

Heiðurin, Ársins rúmligi arbeiðsgevari, var latin í 2015 til EL-Net, í 2017 til Reyni Service og í 2019 til Sandavágs Timburhandil.

Røða hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í sambandi við ársins rúmligi arbeiðsgevari, 25. oktober 2021

"Sig mær, hvat tú gert, og eg skal siga tær, hvør tú ert. Arbeiðslívið hevur so ómetaliga nógv at siga fyri okkum í dag.

Samleiki okkara – er fyri tey flestu – tætt knýttur at arbeiðinum. Tað er gjøgnum arbeiði, at vit kunnu uppbyggja okkara sjálvsálit og sjálvsvirði, og arbeiðslívið hevur sostatt stóran týdning fyri persónligu vælferðina fyri hvønn einstakan av okkum.

Ikki minst fyri borgarar við skerdum førleikum er hetta týdningarmikið, og tí velur Almannaverkið at heiðra arbeiðsgevarar, sum samstarva og eru umhugsnir og fúsir at hjálpa.

At so nógv sum gjørligt hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin, hevur tí so sera stóran týdning fyri tann einstaka, men samfelagsligi týdningurin kann heldur ikki yvirmetast.

Skulu vit hava eitt samfelag, sum byggir á prinsippini um at heilsuverk, skúlaverk og almannaverk er fyri øll, so er tað ein avgerandi fortreyt, at nógv fólk eru innanfyri arbeiðsmarknaðin heldur enn uttanfyri. At so nógv sum gjørligt eru við til at fíggja vælferðina.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at tá tað eru góðar tíðir, so loysir trupulleikin seg sjálvt.

Vit síggja í øðrum londum, at hóast tað eru góðar tíðir, so veksur parturin av fólkum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Effektivitetur hevur meira at siga enn nakrantíð. Tíð er pengar, og hvør króna telur. Í tí effektivu maskinuni er minni rúm fyri teimum, sum ikki ganga í heilt somu takt. Treytirnar herðast í hvørjum, um tú skal vera við í dagsins samfelag. Tí hevur týdningurin av hesum heiðrinum størri týdning enn nakrantíð.

Tað er ikki nokk, at vit hava karmarnar og skipanirnar, tí tað krevur eisini arbeiðsgevarar, sum hava áræði at gera nakað eyka.

Og vit hava eisini í Føroyum nógvar arbeiðsgevarar, sum gera nakað eyka. Og millum allar arbeiðsgevarar, sum gera nakað eyka, hevur tykkara íkast her í Landshandlinum vakt ans.

Tað er ikki bara hvør-sum-helst, ið verður kosin ársins rúmligi arbeiðsgevari. Tað er eitt forarbeiði, sum liggur til grund. Tað eru sosialráðgevarar á Almannaverkinum, sum tilnevna, og so er ein dómsnevnd við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum og frá Almannaverkinum, sum taka endaliga støðu.

Í grundgevingini fyri, hví Landshandilin hevur uppiborið heiðurin, stendur millum annað:

Landshandilin, við Ingvardi Vang á odda, hevur megnað at givið unga manninum eitt trygt og gott arbeiðspláss. Við tolsemi og nærlagni hava tey givið sær stundir til at læra unga mannin at kenna og tillaga arbeiðsuppgávurnar hjá honum til hansara førleikar, samstundis sum hann hevur fingið ábyrgd og ein týðandi leiklut á arbeiðsplássinum.

Starvsfólkið í Almannaverkinum leggur dent á góða samstarvið við Landshandilin, og tey leggja afturat, at tey fult og heilt mæla til eitt herðaklapp til Landshandilin fyri teirra íkast til ein rúmligari føroyskan arbeiðsmarknað.

Starvsfólkini á Almannaverkinum siga, at tey uppliva støðugt, at umsorgan, rúmligheit og vælvild eyðkennir tilgongdina hjá Landshandlinum í mun til unga mannin.

Tí vilja vit handa tykkum eina viðurkenning, sum m.a. er hendan standmyndin, sum er framleidd á Verkstaðnum Vón, og ímyndar lívsins vekt.

Lívsins vekt vigar okkum náðileyst. Vit verða mett ov tung til summar uppgávur, ov løtt til aðrar, og av og á so situr alt í røttu javnvágini. Vit hava øll tørv á, at onkur lyftir saman við okkum og rættar vektina av og á.

Vit, sum samfelag og sum menniskju, hava tørv á tryggum rammum. Tryggu karmarnir vísa okkum leiðina, men kunnu eisini onkuntíð hava við sær at vit verða sett uttanfyri.

Standmyndin lýsir, hvussu røttu fólkini í røttu støðuni, hjálpa okkum at seta røtur og vaksa, hóast vit kanska ikki passa heilt inn í kassan.

Vit vilja takka Ingvardi og tykkum í Landshandlinum fyri at taka so væl ímóti okkara borgarum, og ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku við heiðrinum sum ársins rúmligi arbeiðsgevari."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo