Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Samskiparar, nevndarlimir og umboð fyri FSF, ið tóku lut á triðja partinum av skeiðnum innan Fótbóltsfyrisiting - Mynd: Bjarni Enghamar

Samskiparar, nevndarlimir og umboð fyri FSF, ið tóku lut á triðja partinum av skeiðnum innan Fótbóltsfyrisiting - Mynd: Bjarni Enghamar

Samskiparar, nevndarlimir og umboð fyri FSF, ið tóku lut á triðja partinum av skeiðnum innan Fótbóltsfyrisiting - Mynd: Bjarni Enghamar

FSF: – Sum samskipari í einum fótbóltsfelag, eru rættuliga nógv viðurskifti, sum ein skal seta seg inn í. Hetta skeiðið var áhugavert og læruríkt. Tað var væl fyriskipað, evnini vóru aktuel, og tey, sum løgdu fram, dugdu væl, og eg haldi at vit øll fingu nógv burtur úr, sigur samskiparin hjá KÍ, Hans Jacob Heinesen við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrisitingarligu uppgávurnar í feløgunum eru nógvar, og í tí sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri skeiðið, ið varð nevnt “Fótbóltsfyrisiting”. Á skeiðnum hevur serligur dentur verið lagdur á tær uppgávur, ið samskiparar og nevndarlimir hava.

Skeiðið var skipað í trimum pørtum, og tók níggju tímar tilsamans. Í alt 18 samskiparar og nevndarlimur luttóku, og fingu tey øll útflýggjað luttøkuskjal, tá skeiðið endaði.

– Endamálið var at geva samskiparum, nevndarlimum og øðrum áhugaðum innlit í reglugerðir og mannagongdir, sum eru viðkomandi fyri virksemið í feløgunum. Eg haldi at tað eydnaðist væl, og vónandi kann hetta skeiðið blíva ein fastur partur av virkseminum hjá FSF, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Næsta skeið innan fyrisiting verður mikudagin 18. mai. Tá er evnið Marknaðarførðing á sosialum miðlum. Skeiðshaldari verður Jákup Brúsá. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til Andrass Thomsen, ath@football.fo innan mikudagin 11. mai. Nærri kunning um skeiðið sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo