Tórshavnar kommuna: Ein flokkur við seks persónum, sum læra seg føroyskt, var á gátt á Ráðhúsinum í dag, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin.
Umframt at tey læra føroyskt mál er ein upplýsandi partur av skeiðinum eisini at læra um mentan, samfelag og samansjóðan (integration). Flokkurin vitjar bæði mentanarstovnar og fyrisitingar.
Annfinn Brekkstein greiddi teimum frá um kommununa, og hvussu hon arbeiðir.
Tær báðar Jóna Kristin Thomsen og Vár Haraldsen undirvísa í føroyskum á Kvøldskúlanum. Og tær vóru við flokkinum í dag. Øll búgva tey í Føroyum og herja á at læra seg føroyskt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo