Týski læknin Jens Kleinefeld, sum var við til at fáa lív í Christian Eriksen aftur er nú harmur um tað, hann segði í samrøðu.
Læknin greiddi nakað neyvt frá tí sum hendi og var gjørt, tá ið Eriksen small um undir dystinum móti Finnlandi.
Læknin greiddi frá at Eriksen kom skjótt fyri seg og segði «for fanin, eg eri bara 29 ára gamal».
Eriksen hevði ikki góðtikið at hetta skuldi almannakunngerast, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo