Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri fyrstu ferð eru einans kvinnur í leiðsluni í læknafeløgunum. Turið Jónleyg Rein, Turið Holm Johannessen, Guðný B. Akralíð og Gunnhild Helmsdal mynda nú leiðsluna hjá læknunum.

Turið Jónleyg Rein er forkvinna fyri Felagnum Yngri Læknar, fyri Kommunulæknafelagið er Turið Holm Johannessen forkvinna, fyri Serlæknafelagið er Guðný B. Akralíð forkvinna og fyri sjálvt Læknafelagið er Gunnhild Helmsdal forkvinna.

Fyri ikki so nógvum árum síðani, var ikki so vanligt við kvinnuligum læknum og als ikki í leiðslum, tað veri seg í fakfeløgum ella á arbeiðsstaðnum.

Fyrsta føroyska kvinnan, sum tók læknaprógv var Hjørdis Djurhuus, hetta var í 1932, og hon var eisini fyrsta føroyska kvinna, sum var serlækni í sálarsjúkum.

Seinni komu navnframar kvinnur sum Sanna Dahl og Emma Winther, men tað var framvegis langt ímillum kvinnurnar í læknahópinum í nógv ár.

Støðan er broytt nógv seinastu árini og talið á kvinnum í læknastørvum økist alsamt.

Í løtuni eru 42 føroyskar kvinnur við serlæknaútbúgving starvandi í føroyska heilsuverkinum, harav 24 í sjúkrahúsverkinum og 18 í primera heilsugeiranum (kommunulæknar).

Eisini kann nevnast, at 45 kvinnuligir yngri læknar eru starvandi í føroyska heilsuverkinum, meginparturin ávegis í serlæknaútbúgving.

Um tosað verður um javnstøðu, eru hesi tølini á leið í tráð við málið um eitt javnt býti millum kynini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo