Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nær vænta tit at føroyingar klára at standa á egnum beinum?

- Hvussu leingi ætla tit at halda áfram at hanga uppí í mammu tykkara?

Hvussu leingi ætla tit at halda áfram at súgva bróst hennara?

Eg havi hoyrt um at onkur í gomlum døgum var farin upp um 10 ár og framvegis seyg mammu sína, men eru fleiri tykkara ikki yvir 40 ár?

– Er onkur tykkara ikki farin um 50?

Sigi mær, er hetta ikki stór skomm?

Og hvussu leingi ætla tit at halda áfram at spyrja mammu tykkara um bæði líkt og ólíkt?

Nær halda tit at tit eru vorðnir so mikið vaksnir at tit klára at taka avgerðir sjálvir?

Halda tit at tit skjótt kunnu sleppa hond hennara uttan at verða bangnir fyri at detta?

Hvussu leingi ætla tit at lata tykkum stýra av henni og vinum hennara?

Hvat skal eg kalla tykkum fyri, tit sum framvegis halda at føroyingar ikki klára seg sjálvar?

Skal eg kalla tykkum smábørn, nýføðingar, ella kanska bróstabørn?

Birgir Jakobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo