Tað er lítið hugaligt at frætta at játtanin til KT vørð i føroyska fólkaskúlanum er skorin sera nógv niður komandi skúlaár.
Um somu tíð frættist, at í Hetlandi, har rúmdarvinnan fer at byrja í august mánaða verður gjørt nógv burturúr STEM álitinum (Science, Technology, Engineering, Mathematics).
Í Hetlandi, og í øllum Skotlandi, verður nógv gjørt burturúr fyri at kveikja áhugan hjá teimum ungu fyri rúmdina og rúmdarvinnu og teimum lærugreinunum sum eru fundamentið fyri rúmdarvinnuni, ikki minst framkomið KT.
Her á landi togast vit um samsýning til ein KT-vørð, grannar okkara hugsa um eina spacevinnu, har tey ungu eru álitið, munur er á.
Johan Mortensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo