Skúlablaðið: Durita Djurhuus og Marjun Danielsen eru lærarar í Skúlanum við Streymin. Tær undirvísa báðar í kristni í hádeildini, og tær halda, at tímarnir í kristni kunnu, um rætt verður borið at, vera gevandi og víðka sjónarringin hjá næmingunum:
- Sjálvandi verður arbeitt eftir námsætlanini fyri eitt nú níggjunda flokk, t.e., at tey skulu fáa kunnleika um ymsar átrúnaðir, kirkjusøgu, hvussu Bíblian er uppbygd o.a., men vit viðgera eisini ymisk evni, ið kanska kunnu sigast at vera øðrvísi enn júst hesi áðurnevndu, sigur Durita.
- Vit taka etisk og moralsk viðurskifti fram í ljósið í níggjunda flokki. Tá eru næmingarnir meira búnir at fáast við slíkar spurningar, greiðir Marjun frá. - Tað er eins og at áhugin hjá næmingunum veksur, tá tú fert frá bókini og heldur viðgert onkra útvarps- ella sjónvarpssending, sum hevur verið um eitthvørt etiskt mál. Sum dømi kann nevnast fosturtøkuspurningurin, ið jú er eitt torført evni at skifta orð um. Tað vísir seg, at summir næmingar hava hugsað og hava eina meining um fosturtøku, serliga hetta, at læknavísindini í dag tíðliga kunnu staðfesta brek hjá einum fostri, ella at foreldur skjótt meira ella minni kunnu sniðgeva, hvussu barnið skal verða.
Ber tað meira á tann bógvin, at kristnitímarnir bera brá av, at moralsk virði verða viðgjørd?
Ja, og vit merkja væl, at næmingunum dámar tað væl. Rættiliga ymiskar meiningar - summar kunnu vera hvassar - koma fram. Allir lærarar vita, at stundum kann vera tungt at fáa næmingar at kjakast, men tá etiskir og moralskir spurningar eru á lofti, glíður kjakið ofta munandi betur, sigur Durita.
Lesið samrøðuna, sum Rúni Bjarkhamar hevur við Durita Djurhuus og Marjun Danielsen í Skúlablaðnum nr 1, 2017, sum kom út síðst í februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo