Hon telist millum landsins bestu og evnaríkastu songkvinnur, og sum tulkari av country- og gospelsangum er hon framúr.
Kristina Bærendsen hevur sum solistur og í bólki saman við øðrum verið ein profilur í føroyskum tónleiki seinnu árini.
Kristina hevur sungið nógv saman við countrykonginum Hallur Joensen og saman við pápa sínum, Alexi Bærendsen, men hon hevur sanniliga eisini prógvað seg sum solistur á útgávu og konsertum.
Summar Festivalurin er sera fegin um at kunna kunngera Kristinu Bærendsen við bólki til ársins festival. Kristina fer at hava konsert á stóra palli á Vágsbøi.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo