Kris Kristofferson saman við dóttrinum Kelly og svigarsoninum Andrew Hagar hava avgjørt at spæla enn eina konsert á Føroyaferðini. Henda verður í Reinsarínum í Havn týskvøldið 30. august kl. 20.
Tað tók bert hálvan annan tíma at selja út, til konsertina mikukvøldið á Reinsarínum, men hava tey altso sett enn eina konsert á skrá. Inntøkan av hesi konsertini fer tó óskerd til tónleikaútgerð til Barnaheimið í Havn. Á Barnaheiminum erum tey farin undir tónleikaátak, og til hetta krevjast ljóðføri og onnur útgerð, nakað av peningi er komið til vega, og tá Kris Kristofferson hoyrdi um átakið, vildi hann fegin stuðla tí.
Tey bæði, dóttir Kris Kristofferson og sonur Sammy Hagar, manna bólkin Appalachian Murder Bunnies, og týskvøldið og mikukvøldið fara tey á pall saman við Kris í Reinsarínum.
Appalachian Murder Bunnies hevur fyrr hitað upp fyri bæði Kris Kristofferson og fyri pápa Andrew Hagar, tann navnframa Sammy Hagar, ið best er kendur úr Van Halen. Eisini hava bæði Kris Kristofferson og Sammy Hagar verið á palli saman við teimum, og Kris Kristofferson verður eisini gestur á pallinum, tá Appalachian Murder Bunnies vitja Reinsaríið.
Kelly og Andrew eru par og stovnaðu duo’ina, tí tey høvdu ein felags brennandi áhuga í tónleiki, og í sambandi við, at Kelly Kristofferson javnan spælir saman við pápa sínum, so eru tey ofta á ferð við honum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo