BirkBloggur: Í kvøld tók eg í hondina á 80 ára gamla Kris Kristofferson. Tá er tað, sum um tíðin stendur still.
Allir sangirnir, allar pláturnar og øll tíðarrákini.
Partly true, partly fiction.
Einaferð segði Bob Dylan, at tá Kris kom til Nashville broyttist alt.
"Ja, faktist vóru tað hansara orð", segði Kris og hugdi niður við døgurðaborðið í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld. Flóvur. Og so flenti hann so hjartaliga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo