- Vit síggja jú, hvussu menningin hevur verið av telduskipanum, vitlíki og øðrum slíkum, tað gongur við tí rúkandi ferð og tað er uppá sikt ein betri tænasta. Hatta er ein leið, sum vit fara inn á frameftir.
Soleiðis segði Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, tá hann í dag í útvarpstíðindunum varð spurdur um orsøkina til, at Kringvarpið hevur gjørt av at strika ensku tíðindatænastuna, til stórt forargilsi fyri útlendingar í Føroyum.
Ivan Hentze Niclasen segði, at Kringvarpið veitir herbúgvandi útlendingum og øðrum sum hava áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, men ikki duga føroyskt, eina tænastu við at minna tey á, at tað ber til at brúka tænastur, sum eru tøkar á netinum, til at týða tekst.
Kringvarpsstjórin upplýsti eisini, at kostnaðurin av tænastuni er gott og væl eitt ársverk og at eini 30 brúkarar eru á síðuni um dagin. Enska tíðindatænastan hjá Kvf hevði í miðal eina tíðindagrein um dagin at bjóða sínum brúkarum.
Les eisini:
Kringvarpið gevst við enskum tíðindum
Leggja trýst á Kringvarpið - vilja hava ensku tíðindatænastuna aftur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo