BirkBloggur: Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað.
Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden.
Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar.
Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo