Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At fáa staðfest krabbamein so skjótt sum til ber, tað hevur alt at siga. At sjúklingurin eisini kann verða kannaður so væl, so ómakaleyst sum til ber og í Føroyum? Tað hevur alstóran týdning.

Hjá teimum monnum, har illgruni er um prostatakrabba – teimum gagnar ein 3-Tesla MR-skannari serliga nógv.

Eitt er, at tað er munin lættari at verða skannaður, heldur enn at taka vevnaðarroyndir.

Nakað annað er, at kanningin er nógv betri og úrslitið nógv meiri álítandi.

Vevnaðarroyndirnar siga bara, um krabbi er í sjálvum royndunum.

Er eingin krabbi í royndunum, so kann krabbi tó vera aðra staðni í prostatakertlinum.

Við rætta tólinum, 3-Tesla MR-skannaranum, er myndin so góð og nágreinilig, at allur kertilin verður kannaður.

Afturat tí sleppa umleið 50-70% av teimum monnunum, har illgruni er um sjúkuna, undan at taka vevnaðarroyndir.

Myndin kann staðfesta, at teir hava ikki áleypandi prostatakrabba.

3-Tesla MR-skannarin gagnar eisini teimum kvinnum, har illgruni er um arviligan bróstkrabba.

Í krabbameinsætlanini er tilmæli 46, at nýggjur MR-skannari verður keyptur skjótast til ber. Ein 3-Tesla MR-skannari. Mælt verður til, at tað verður gjørt í 2022 ella í 2023.

Eg havi fult álit á, at tað fæst greiða á, hvar hann skal standa.

Tí jú. Tað er ómetaliga gott og alneyðugt at fáa ein 3-Tesla MR-skannara!

Durita Tausen, formaður í Krabbameinsfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo