Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna  
Svarari:  Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum  
Evni:  Koyrikort til 17 ára gomul

Spurningar:   
1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár sum eina royndarskipan við ávísum treytum?

Viðmerkingar:
Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at danska stjórnin hevur ætlanir um at seta aldursmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár. Hetta fer millum annað gera tað lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss, arbeiði o.a. Hetta fer at gera dagligdagin hjá teimum lættari. Danska stjórnin vil vísa teimum ungu størri álit og geva teimum størri frælsi undir ábyrgd. Tað skal vera nulltoleransa í sambandi við møguliga promillukoyring, og harðari treytir skulu kunna setast teim 17 ára gomlu í sambandi við ferðslulógarbrot. 

Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki eisini áttu at sett aldursmarkið niður til 17 ár at fáa koyrikort. Hetta hevði m.a. hjálpt okkara ungu lættari at koma til og frá skúla og læruplássum. Her verður serliga hugsað um tey ungu úti á bygd, sum fáa frælsi til at koyra sjálvi, tá tað mangan kann vera drúgt at bíða eftir almennu ferðsluni, sum í mongum førum ikki passar til teirra dagligdag. 

Undirritaða setir fyrispurningin við atlitinum at fáa eitt kjak um málið í fyrsta umfari, og vita um landsstýrismaðurin er sinnaður at seta aldursmarkið niður til 17 ár fyri at fáa koyrikort.

Veit, at røddir eru frammi um, at tað er so stórur munur á at vera 17 ár og at vera 18 ár. Og tískil ov ungur at koyra bil sum 17 ára gamal. Samstundis vísa kanningar, at ung fremja minni harðskap og drekka minni í dag enn fyrr (kanning í DK).

Viðmerkjast skal, at longu í dag kann mann fáa koyrikort sum 17 ára gamal í fleiri grannalondum

Á Løgtingi, 23. august 2024
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo