Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frá vitjanini á Kósini: Jóhannes Ziska, Kósin, saman við við spaniólunum

Frá vinstru: Ismael Echapresto Barragan, vínframleiðari, Ignacio Echapresto Garcia, kokkur, Angel Flores Gimeno, eigari av Bacalaos Alejandra, og Carlos Echapresto Garcia, sommelier

Frá vitjanini á Kósini: Jóhannes Ziska, Kósin, saman við við spaniólunum

Frá vitjanini á Kósini: Jóhannes Ziska, Kósin, saman við við spaniólunum

Frá vinstru: Ismael Echapresto Barragan, vínframleiðari, Ignacio Echapresto Garcia, kokkur, Angel Flores Gimeno, eigari av Bacalaos Alejandra, og Carlos Echapresto Garcia, sommelier

Kósin: Í vikuni hevur Kósin havt vitjan av 2-stjørnaðu Michelin matstovuni Venta Moncavillo, sum liggur í Rioja økinum í Spania. Vitjanin varð samskipa saman við felagnum Bacalaos Alejandra, sum er ein av mongum fiskakeyparum hjá Kósini, og sum dagliga selur fisk frá Kósini til matstovuna.

Matstovan fekk sína fyrstu Michelin stjørnu í 2010 og tann næsta verður givin teimum í 2024.

Frammarliga í sponsku matstovuvinnuni
Echapresto beiggjarnir eru sera frammarliga í sponsku matstovuvinnuni. Kokkurin Ignacio varð ársins kokkur í Madrid Fusion 2021, ambassadørur fyri Riojan Cusine 2022 og Michelin Green Star 2023.

Vínkennarin Carlos, varð kosin besti Rioja Sommerlier í 2008 eins og hann hetta árið varð kosin sum tann ”Sommelier, sum kennir best til og breiðir út mentanina um Rioja vín”, finalistur í National Award sum besti Sommelier í Spania 2013, National Gastronomy Award sum besti Sommelier 2016, tvær ferð spanskur meistari í vínsmakking, og Gourmets besti Sommelier í 2022.

Nærumhvørvið í hásæti
Matstovan Venta Moncavillo, sum liggur í eini lítlari bygd við 24 íbúgvum. Og maturin í køkinum er grundaður í nærumhvørvinum, og hvussu urtagarðurin verður heystaður og at hetta er umhvørvisvinarligt. Urtagarðurin er tann týdningarmiklasti veitarin, og hevur hægstu raðfesting. Garðurin verður brúktur dagliga, soleiðis at kundin altíð fær bestu rávøruna og angan av hesum framleiðslum saman við hágóðsku toskinum.

Heimasíðan hjá Venta Moncavillo:  https://ventamoncalvillo.com/web/

Spennandi samstarv
Jógvan Hansen, framleiðsluleiðari á Kósini, sigur í stuttari viðmerking, at hann er takksamur fyri hetta samstarvið, sum er sera spennandi og mennandi fyri starvsfólkini á Kósini, tí fiskurin skal hava allar hægstu góðsku. Hetta klárar Kósin at liva upp til.

Í sambandi við ferðina hevur Kósin eisini fyriskipa ymsar ferðir kring landið og matstovur í Føroyum.

Positivar viðmerkingar frá spaniólunum
Ignacio Echapresto Garcia, “Michelin-kokkar eru ógvuliga hugsavnaðir um arbeiðsháttir, men eg haldi, at tíðin nú er komin til, at vit hugsavna okkum djúpari um kunnleikan um innihaldið í rávørunum.”

Carlos Echapresto Garcia leggur afturat, “Ferðin til Klaksvíkar hevur givið okkum sera nógv, og hetta fer at taka nógva tíð at sodna, men sum vit frameftir vilja taka við í okkara kunnleika til matvørur. Hetta hevur verið ein ómetaliga góður túrur og uppliving. Vit eru komnir nærri teimum persónunum, sum eiga skipini og arbeiðsfólkunum, sum góðska fiskin. Hetta hevur givið okkum eitt nýtt sjónarhorn upp á, hvat toskur er fyri nakað. Eisini matmentanin í Føroyum tók okkum á bóli, og kom sum ein sera positiv ávirkan á okkum.

Angel Flores Gimeno, sum er fiskakeyparin, og sum selur fiskin til Michelin matstovuna, sigur soleiðis um fiskin í Føroyum. ”Tað fæst ikki betri fiskur enn toskur frá Føroyum, sum er fiskaður í vetrartíðini.” Storsta vónin hjá honum er, at Føroya Banki opnar fyri vinnuligum fiskiskapi, soleiðis at betri atgongd fæst til henda fiskin.

Frá vinstru: Ismael Echapresto Barragan, vínframleiðari, Ignacio Echapresto Garcia, kokkur, Angel Flores Gimeno, eigari av Bacalaos Alejandra, og Carlos Echapresto Garcia, sommelier

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo