Í gjár vóru tvey koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum í Vágum og í Norðstreymoy. Tað vórðu í alt 169 fólk koppsett. Størsti parturin vóru búfólk á røktarheimum og sambýlum.
Í løtuni hava 3073 fólk fingið fyrra prik. Ein persónur í Føroyum hevur fingið bæði fyrra og seinna prik.
Umleið 5,8 prosent av øllum føroyingum hava nú fingið fyrstu koppsetingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo