Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ráð frá royndum granskara:

- Vaksinan kann ikki samanberast við gomlu vaksinurnar

- Vaksinan kann hava álvarslig hjáárin

- Vaksinan er ikki nóg væl kannað

- Vaksinan kann oyðileggja nátúliga immunitetin

- Børn og ung skulu uppbyggja nátúrligan immunitet, við at smitta hvønn annan!

Christine Stabell Benn hevur arbeitt við og granska í koppseting av fólki serliga børnum í 28 ár, mest í Afrika.

Í samrøðu við tíðindakvinnuna á BT, Sanne Fahnøe, ávarar hon ímóti ”koronu-koppsetingini” av børnum og ungum.

Í uml. 40 minuttur longu samrøðuni eru hesar niðurstøður:

Hesar vaksinur kunnu ikki samanberast við gamla slagið av vaksinum, sum vit kenna.

Í gomlu vaksinunum vóru viknaði evni av sjúkuni, sum fáa kroppin at gera mótevni  móti sjúkuni, uttan at vit verða sjúk. Hesi mótevnini vera í kroppinum í langa tíð, fleiri ár framyvir og verja, um umfarsóttin herjar á aftur.

Eitt, sum ørkymlar C.S.Benn og aðrar granskarar sera nógv er, at vaksinan ikki er  granska yvir nóg langt tíðarskeið.

Hetta ger, at ikki ber til at siga nágreiniliga hvørji langtíðarhjáárinini verða; men granskararnir, virologar, sum arbeiða við hesum evnum dagliga, hava sín ótta og halda, at tað ikki er ráðiligt, at koppseta børn og ung, fyrr enn longri tíð er brúkt, til at finna minni ella meiri álsvarslig langtíðarárin.

T.d. óttin fyri, at nýggju vaksinurnar, sum innihalda oyðiløgd evni av sjúkuni ella partvís oyðiløgd evni, verja bara móti einum parti av smittuni og møguliga oyðileggja førleikan hjá teimum koppsettu, til sjálvi at gera andevni.

Eisini móti øðrum smittum.

Um tað hendir, so fer støðan hjá tí koppsetta at verða, sum hjá fólki við HIV, at tey onki fara tola av, tí tey onga sjálvverju, onki andevni hava.

Eitt sakleyst krím, kann gerast vandamikið fyri hesi.

C.S. Benn meinar, at heldur enn, at koppseta børn og ung, er nógv betri fyri tey, at verða smittaði við  korona á natúrligan hátt, so tey menna síni egnu andevni móti sjúkuni.

Á henda hátt fáa tey eina nógv betri sjálvverju, sum ikki verður oyðiløgd av eini vaksinu, sum ikki á nakran hátt livir upp til kravdu krøvini til nýggjar vaksinur.

Alis Jacobsen
Haldórsvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo