G!: Her eru nógvir góðir einstaklingar og bólkar í hesum landinum. Men ein hin besti og mest yvirsæddi bólkurin mann vera við teimum báðum, ið rópa seg Konsørn.
Við lagnum "Bei" vann Konsørn FMA í 2021 fyri ársins tónlistaverk.
Báðir limirnir eru serstakliga dugnaligir og væl útbúnir. Ei undur í at teir eru tveir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum.
Hettar eru stjørnur, sum oftast standa aftanfyri stjørnurnar. Mattias Kapnas á ljóðborði og klaveri og Jan Rúni Poulsen á slagverki og trummum — hesin seinni tilnevndur FMA, sum ársins tónleikari 2024.
Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsørn framførir á G!
Konsørn er sætta føroyska navnið, ið G! kunngerð hesa vikuna, gleði tykkum til ímorgin, tá vit enda Spæl Føroyskt vikuna við enn eini kungerð.
Føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur, higartil er greitt, at Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør spæla á G! 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo