Tórshavnar Musikkskúli: Í apríl 2022 vitjaði strúkaraorkestur úr Tórshavnar Musikkskúla í Íslandi. Orkestrið framførdi millum annað í Hørpuni og í Musikkskúlanum í Hafnafirði. Nú bjóðar Tórshavnar Musikkskúli íslendsku vinum sínum hendanvegin.
Strúkarar úr Tórshavnar musikkskúla fara at venja saman við íslendska strúkaraorkestrinum fríggjadagin og leygardagin 1. apríl er konsert í Hátúni við einari blandaðari skrá av klassiskum tónleiki umframt føroyskum og íslendskum tónleiki. Dirigenturin á konsertini verður dugnaligi klarinettlærarin úr Hafnafirði, Ármann Helgason.
Konsertin er kl. 15 í Hátúni og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sunnudagin fer ferðalagið úr Hafnafirði at uppliva ymisk støð í Føroyum áðrenn tey aftur ferðast heim til Íslands mándagin 3. apríl.
Vitjanin er ikki bert ein møguleiki hjá tónleikarum úr báðum skúlunum at framføra saman. Hon er samstundis ein møguleiki hjá musikkskúlunum báðum at deila vitan og royndir. Vónandi verður hetta eitt framtíðar samstarv og ein styrkjan av mentanarliga bandinum millum Føroyar og Ísland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo