Fríggjakvøldið 17 august kl 20, verður konsert í Kelduni, Skálafirði. Talan er um eina country og bluegrass konsert við Blátt Gras og Eyðun Jacobsen v/bólki.
BLÁTT GRAS eru kendir fyri sínar fangandi sangir, teir eru altíð áhugaverdir at leggja oyra til, hvør kennir ikki sangirnar Tokið, There is room at the table, Verðir dregur...og fleiri aðrar. Í hesum døgum fyrireika teir seg til, at fara í Crossroads Studios, Arden NC USA, at spæla inn nýggja fløgu, so á konsertini kunnu vit vænta at hoyra bæði teir góðu kendu og onkrar nýggjar frá teimum.
EYÐUN JACOBSEN hevur verið virkin innan kristnan tónleik í mong ár. Hann byrjaði longu fyrst í 70'unum at vera aktivur sangari og tónleikari í samkomuhøpi. Ígjøgnum árini hevur hann verið við á fleiri útgávum, bæði í bólkum og sum einstaklingur.
Eyðun fer saman við dugnaligum tónleikarum, fer á konsertini, at syngja sangir hjá kenda sangaranum og evangelistinum Aage Samuelsen, sum skrivaði eitt ótal av sangum. Nógvir av teimum eru blivnir fólkaogn.
Konsertin er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo