At eg ikki var vøkur gjørdist mær ein signing. Tað fekk meg at dyrka mínar innaru gávur. Vakurleiki er ein forðing fyri kvinnuna
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Photo: Beinta á Torkilsheyggi. Styling: Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson

Photo: Beinta á Torkilsheyggi. Styling: Ingerð Tormóðsdóttir Jønsson

Konni Kass er, sum ein av bara átta altjóða tónleikarum, tilnevnd Anchor 2016 prísin á Reeperbahn festivalinum í Týsklandi. Her skulu tey komandi vikuskiftið spæla heilar tvær konsertir í kappingini, og harafturat verða í tveimum landsumfevnandi útvarpssamrøðum.

Anchor 2016 er ein nýggjur prísur, sum verður givin til mest lovandi altjóða tónleikafólkið. At Konni Kass er millum tey, sum sleppa at føra seg fram á Reeperbahn kann hava ómetaligt virði, og harafturat at verða tilnevnd henda prísin er ein sannur heiður. Millum kendu nevningarnir eru til dømis tiltikni MTV verturin Ray Cokes og David Visconti, framleiðari hjá U2 og David Bowie.

Reeperbahn er ein stórur festivalur har tónleikavinnufólk og tónleikafjepparir koma fyri at finna, uppliva og ikki minst møta tí næsta stóra navninum í tónleiki.

Áhugin uttanlands fyri Konni Kass er sjónskur, og framførslan á Spot Festival í Århus í mai 2016 úrslitaði í altjóða plátusáttmála og bókingaravtalum fyri Skandinavia og týskttalandi marknaðin (Týskland, Sveiss, Eysturríki). Í summar spældu tey á G! Festival og vóru korin at móttaka Væl á Veg virðislønina.

Fyri framman standa framførslur á Reeperbahn Festival í Hamburg í september og Iceland Airwaves í Reykjavík í november. Ein avbera lovandi framtíð fyri hendan føroyska bólkin, sum kemur við debutplátuni ”Haphe” 11. november í ár.

www.reeperbahnfestival.com/en/festival/konni-kass
www.anchor-award.com
beehy.pe/konni-kass-haphe-faroe-islands/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo