Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Løgmansskrivstovan og Kongshúsið hava avgjørt, at úsetta kongshjúnavitjanin verður í døgunum 11.-13. juni 2025. 

Nógv fólk løgdu orku í at seta saman eina spennandi og fjølbroytta skrá til vitjanina, sum upprunaliga skuldi vera 12.-14. juni í ár. Ætlanin er at halda fast í somu skrá til vitjanina næsta summar, tá ið kongshjúnini fara at vitja í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. 

Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni.

Mynd: Kongehuset

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo