Um tú hevur spælt poker í ein hálvan tíma, og tú framvegis ikki veitst hvør er rukkan, so er tað tí at tú ert rukkan
- Warren Buffett

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Jacob Vestergaard á Facebook: Eg tók ikki undir við landsstýrismanninum, nú hann hevur undirritað makrelavtalu við Bretland og Noreg, sum er minni í % enn makrelavtalan frá grækarismessu 2014.

Føroyar má halda fast við vunnin rættindir og byggja uppá, heldur enn at slaka og fara eftir hæli, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt.

Fyri at gera eina langa søgu stutta, so eydnaðist tað Føroyum, við tógvi stríð, at fleirfalda makrelkvotuna í avtaluni, sum var gjørd ímillum Føroyar, ES og Noreg í 2014, tá Bretland var partur av ES.

Eftir drúgva tilgongd frá 2009 til 2014 – nógv samráðingarumfør bæði á politiskum- og embætismannastigi – eydnaðist tað Føroyum at vinna størri rættindir, tá vit í avtaluni fingu 12,6 % av heildarkvotuni av makreli.

Undir tilgongdini/stríðnum sluppu føroysk uppisjóarskip ikki í ES, Norskar og Íslendskar havnir, og ES setti handilsbann v.m. í verk ímóti Føroyum.

Vit hildu fast og vunnu at enda okkara rættvísa part av makrelkvotuni, sum hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Nú, 10 ár eftir søguligu makrelavtaluna, er landsstýrismaðurin farin eftir hæli og bukka undir fyri trýsti frá Noreg og Bretlandi.

Tað var Bretland, sum sleit makrelavtaluna, eftir at Bretland var farið úr ES. Bretski parturin var partur av ES-kvotuni, og tí átti tað at verið ES og Bretland sum býttu tann partin sínámillum, í staðin fyri at Føroyar lata seg trýsta til at lata Bretlandi burturav føroyska partinum.

Føroyar hava fingið 5% betur atgongd í bretskt sjóøkið samanborið við avtaluna frá 2014. Vit hava goldið 1:1 fyri øktu atgongdina, t.v.s. 0,6% í kvotu – 4.437 tons, sum svarar til 5% í atgongd. Bretar fáa sostat 4.437 tons frá okkum afturfyri, at vit sleppa at fiska 4.437 tons meira av okkara egnu kvotu í bretskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt eina dára ger móti føroyska samfelagnum. Virðingin fyri Føroyum er burtur.

Í staðin fyri áttu vit at hildið fast við føroyska kravið við fullari atgongd at fiska makrel í sjóøkinum hjá sáttmálapørtunum.

Til funnið var fram til eina semju, skulu Føroyar ásett sær eina makrelkvotu í føroyskum og altjóða sjógvi, sum vigar upp ímóti manglandi atgongd og leggur upp fyri, at tað krevur meiri orku og tíð at fiska makrelin í føroyskum/altjóða sjóøki.

Vit skuldu tikið rívan til so strandalondini skiltu, at vit veruliga meina, tað vit siga.

Undanstøkking byggir ikki land.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo