Vanliga verður sagt, at lógir skulu hava eina ella aðra undirtøku í fólkinum, annars rigga tær ikki.
Uppskotið hjá landsstýrinum um eina nýggja fiskivinnunýskipan fær onga undirtøku í fiskivinnuni, í manningarfeløgunum, fíggjarstovnum og millum serfrøðingar.
Serfrøðingarnir, sum vóru settir av Høgna Hoydal, mæltu eisini frá at seta eina uppboðssøluskipan á stovn, ein skipan sum ongantíð áður er roynd í øllum heiminum við góðum úrsliti.
Kortini hevur Løgtingið við teprum meiriluta gjøgnumtrumfað eina fiskivinnulóggávu gjøgnum løgtingið, sum eingin í vinnuni vil vita av.
Uppskotið hevur møguliga undirtøku millum akademisku veljararnar hjá Tjóðveldi í Tórshavn, men sjálvt veljarar hjá Tjóðveldi uttanfyri Tórshavn vilja ikki vita av hesi skipan.
Tað er bara at lurta eftir borgarstjóranum á Eiði og blaðstjóranum á Norðlýsinum, sum báðir eru limir í Tjóðveldi.
Onkrir gamlir gubbar hjá javnaðinum og tjóðveldinum hava gjøgnum alla tilgongdina sitið á síðulinjuni og roynt at eggja samgonguni til at halda fast.
Torbjørn Jacobsen og Jóannes Eidesgaard hava líkasum róð uppundir, at tað er bara at trýsta á ja-knøttin í løgtinginum tí “so fer hetta nokk at laga seg.”
Tó eitt sindur løgið, tí hesir somu menn eru framvegis aktivir á hvør sínum øki, og báðir hava ein hollan kunnleika um, hvussu politiska skipanin virkar.
Tobbi er harafturat gamal skipaeigari og hevði eitt skifti eisini farmaskip. Tobbi veit sjálvandi fullvæl innast inni, at nýggja skipanin hjá landsstýrinum er púra burtur úr vón og viti.
Tað var í hvussu so er hansara greiði boðskapur undir eini beinleiðis sjónvarpssending á Ólavsøku.
Tó er likasum at politikkurin førir til eitt slag av ørskapi hjá Tobba, tað snýr seg um á pappírinum at vinna ein politiskan sigur og “so skula vit nokk snikka hetta til seinni”.
Ein kundi spurt Tobba, sum fyrr hóreiggjaði sær í farmavinnuni, hvat hann hevði sagt til, at hann sum farmaskipari skuldi verið noyddur at keypt konteynarar á almennari uppboðsølu í kapping við aðrar, áðrenn hann slapp at sigla við sínum farmi.
Enntá uttan at vita um nakað er í tí konteynarunum sum hann hevur keypt.
Uppboðssølan skal fara fram sum ein “afturlatin uppboðssøla”.
Tað er ikki hægstbjóðandi, sum fær boðið, men lægstbjóðandi, sum setur prísstøðið, hvønn Tobbi bjóðar ímóti fær hann einki at vita um.
Sjálvt Kafka hevði ikki megnað at sett í verk slíkar forviklingar, sum Høgni Hoydal eftir øllum at døma – aftur í stríð við øll tilmælir – ætlar sær at seta í verk.
Jóannes Eidesgaard er ikki bara fyrrverandi, henn er eisini núverandi stjórnarlimur í Realinum.
Realurin hevur til uppgávu at veita fígging til fiskivinnuna, væl at merkja fígging við nøktandi trygd í skipum.
Eisini hjá Jóannesi Eidesgaard tykist eitt slag av politiskum ørskapi at hava fingið valdið.
Jóannes Eidesgaard veit væl, at hansara flokkur - við stuðli frá honum - hevur samtykt eina skipan, sum fullkomuliga máar alt støði undan fígging av fiskivinnuni.
Snøgt sagt, tí at øll verandi skip í flotanum hava mist meginpartin av sínum virði, nú eingi loyvir eru longur knýtt at teimum skipum, sum Realurin hevur veð í.
Jóannes Eidesgaard fer enntá so langt sum at fegnast um, at “nú er allur privatur ognarskapur tikin úr fiskivinnuni”, nakað sum sambært Jóannesi Eidesgaard ongin annar skal hava lagt merki til.
Fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni er eitt reint eksperiment og reinur heilaspuni við okkara høvuðsvinnu.
Ongin í heiminum hevur hoyrt um slíka skipan áður.
Allir leiðandi vinnulívsmenn, serfrøðingar, bankar, fíggingarstovnar, fakfelagsleiðarar – tað er bara at lesa hoyrinssvarini sum liggja á heimasíðuni hjá løgtinginum – hava mælt frá at seta hesa skipan í verk.
Men tað er sum at sletta vatn á gás.
Høgni, Jóannes, Tobbi og Ingolf S Olsen hava eftir øllum at døma sæð ljósið sum eingin annar hevur sæð.
Fyrsti ársfjórðingur av árinum er nú farin og stórt kaos valdar í fiskivinnuni.
Eingin veit síni livandi ráð, lógin er send løgtinginum til rættingar.
Fólkaflokkurin hevur lagt fram uppskot um at avtaka uppboðssøluna, ongin avgerandi kunngerð, sum skal útfylla lógina, er enn lýst, og seinast í røðini hava vit hoyrt roynda vinnulívsmannin Páll Gregersen, sum í greiðum orðum og vendingum skýrir skipanina púra øra í høvdinum.
Nei, støðan verður ikki sum Jóannes og Tobbi prædika, at “hetta nokk fer at laga seg”.
Nýggja skipanin verður til óbótaligan skaða fyri føroysku fiskivinnuna, og henda skipanin fer nokk at vísa seg sum ein marra hjá samgonguni.
Skipanin fer helst, eisini fyri øll tey sum við tárum í eygunum hálsfevndust í løgtinginum í desember, tá lógin var samtykt, at roynast sum eitt kollektivt politiskt sjálvmorð.
Meint raktur sjómaður
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo