Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú alt tað larmandi liðið av goyggjandi verðinsfjarum journalistum er farið heilt upp á tá.og halda seg vita akkurát, hvussu Afghanistan-málið skal loysast, er vert at appellera til sunna fornuft og steðga tí statistiska vitloysinum.

Fleiri talblindir matematikk-loysingar vilja í ramasta álvara "loysa" problemið við, at Føroyar skullu hýsa einari ella tveimum familjum, tí tað er principielt umráðandi, at vit EISINI sum "tjóð" eru uppi í og "hjálpa".

Her er slett eingin respekt  ella sansur fyri proportiónum.

Altso bara principielt reyp og erpni hjá Heim-føðis-STAN.

Man vil "loysa" eina katastrofala oceaniska tsunami sum ein vatnsopa í einum køksvaski.

Føroyingar bjarga afghanarum sum "tjóð".

Órealistiskt, óserøst og fjákut knappholserpni.

Er onkur journalistur, sum fegin vil reiða upp fyri afghanarum, so slepp teimum, men tað skal ikki verða eitt alment mál fyribils, tí tað er alt for ógreitt enn, bæði politiskt, kulturelt og religiøst.

Afghanistan skal hava hjálp og sjálvandi áttu øll europeisk lond at appellera til grannar norðanfyri, Tadsjikistan, Kirgisistan, Usbekistan og tað risastóra Kasakhstan um at taka ímóti flóðalduni av flýggjandi fólki.

Tað er skjót lokal hjálp, og so kundu okkara braneggjaðu journalistar hildið basarar og selt lutaseðlar til frama fyri tey fv. sovjetrussisku granna-STAN.

Kasakhstan er so stórt, at tað næstan kundi blivið eitt geitafóður í part til hvørja afghanska familju og pláss til at hýst fleiri vitjandi geografiskt "klókum" føroyskum journalistum, sum komu at gista og kroka undan húsaneyðini í Heðin-STAN.

Latið afghanarar fáa stuðul frá sínum nærmastu, sum hava ríkiligt pláss, og so kunnu føroyskir journalistar útvega teimum figging, men sleppa undan at reiða upp i okkara fjara atlantiska ""langtburtur""-STAN.

Tað erna skribenta-liðið kann fáa jørðforbindilsi aftur og keypa sær eina billett til Dusjambe í må Tadsjikistan, haðani teir kunnu organisera hjálp til flýggjandi afghanskar familjur.

Tað er effektiv praksis, og ikki fjar journalistisk teori.

Tað hevði verið skilagóður samaritanskur politikkur, at vit stongdu ta púra óneyðugu sendistovuna í Tel Aviv og fingu okkum eina akutta stovu í Dusjambe, haðani altruistiskir og hjálparfúsir journalistar kundu operera við eini dagligari luftbrúgv til Kabul.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo