Seinastu vikurnar hava klædnaatstøðingar seymað klæðir til sangleikin “Cabaret”, sum í løtuni verður framførdur á Glasir.
Tey hava arbeitt nógvar tímar á seymistovuni har stílurin og íblástur hevur verið frá 1920, sum eisini er tann tíðin “Cabaret” gongur fyri seg.
Millum annað hava tey seymað korset, kan-kan kjólar, flottar ballkjólar, pløgg við frinsum og glitri.
Næmingarnir siga sjálvir at vikurnar hava verið sera avbjóðandi men samstundis eisini stuttligar, læruríkar og gevandi.
Næmingarnir hava ein felags Instagram vanga, upcoming_faroese_designers, har tey leggja myndir út av verkætlanum, sangleikum og teirra arbeiði sum heild.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo