Kim Hansen á Facebook: Tað vóru nógvar frálíkar løtur á Summarfestivalinum í ár og aðrar so ræduligar, at eg ivist í, um tað er ein festivalur fyri tónleikarar yvirhøvur.
Hóskvøldið spældi eg støvutan americana-rokk í Teltinum við Son Of Fortune og seinni eina á Torginum við, hasum har… Kim Hansen, har fólk sungu við frá byrjan til enda.
Leygarkvøldið spældi eg inniligan singer/songwriter við Lenu Anderssen, har eg aftaná hoyrdi eina lítla løtu av super old-school rokki við Uriah Heep, áðrenn eg fór at gera klárt við Frændum, sum høvdu eina minniliga løtu á Stóra Palli. Tá síðsti tóni var spældur hjá Frændum, stóð Mena klár at drøna meg niðan í Teltið, har eg við Jens Marna endaði festivalin við einum braki av Rokk’n Roll.
Festivalurin endaði við, at eg 20 min. aftaná at hava pakka niður og lagt míni ljóðføri í bilin, bleiv slongdur niður í gólvið og pasifiseraður av einum miltantum vaktarmanni - í mínum egna backstage.
Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjørnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftaná hendingina.
Skal líka siga, at eg havi fingið eina treytaleysa umbering frá Erik Biskupstøð og Louis Poulsen frá Summarfestivalinum.
Vónandi finnur SF eina betri loysn og eitt betri vaktarfirma enn hetta, sum stóð fyri “trygdini” í ár, tí tað eru fleiri, fleiri søgur um onnur fólk sum eru løgd niður og eyðmýgd av vaktunum í ár.
(VP hevur fingið loyvi frá Kim Hansen at brúka tekstin)
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo