Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur ein sannførandi sigur ímóti Skála - Mynd: Oliver Joensen / nordlysid.fo

Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur ein sannførandi sigur ímóti Skála - Mynd: Oliver Joensen / nordlysid.fo

Sunnudagin vunnu klaksvíkskvinnur ein sannførandi sigur ímóti Skála - Mynd: Oliver Joensen / nordlysid.fo

FSF: Nú tvey umfør eru eftir at spæla í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum, er meir og meir, ið bendir á, at tað verða Víkingur, KÍ, NSÍ og HB, ið fara at mynda bólkin, ið fer at dystast um føroyameistarheitið.

Sunnudagin vórðu tríggir av fýra dystum í 12. umfari á skránni, og úrslitini vórðu tríggir greiðir sigrar til Víking, KÍ og HB.

Við Stórá í Trongisvági vann oddaliðið Víkingur 7-0 á TB/FCS/Royn, samstundis sum klaksvíkskvinnur á heimavølli vunnu 9-0 ímóti Skála. Triði dysturin var í Gundadali, har grannauppgerð var millum B36 og HB. Úrslitið gjørdist 4-0 til HB.

Fjórði dysturin í 12. umfari skuldi vera á Hoyvíksvøllinum millum FC Hoyvík og NSÍ, men er fyribils útsettur til seinni í mánaðinum.

Komandi umfar, sum verður spælt fríggjadagin 9., leygardagin 10. – tá tveir dystir eru á skránni – og sunnudagin 11. august møtast liðini ávikavist soleiðis: KÍ – FC Hoyvík, Víkingur – B36, HB – NSÍ og Skála – TB/FCS/Royn.

Stigatalva og leikskrá

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo