Nú fyrsti hálvleikur er leiktur er støðan í Klaksvík at KÍ hevur skorað tvey mál, meðan norska Bodø/Glimt ikki hevur fingið mál enn.
Málini fyri KÍ hava Mads Bo Mikkelsen og Jákup B Andreasen skorað.
Fyrst í seinna hálvleiki fekk Bodø/Glimt brotsspark og skoraði, so støðan er nú 2-1 til KÍ. Málið fyri Bodø/Glimt skoraði Victor Okoh Boniface í 55. minutti.
Kí hevur aftur skorað, so støðan er 3-1 til KÍ nú 88 minuttir eru leiktir. Tað var Jákup B Andreasen sum skoraði í 85. minutti.
KÍ vann seinna Champions League dystin móti norska meistaranum Bodø/Glimt. Úrslitið gjørdist 3-1 til KÍ.
Til lukku KÍ!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo