Árið í fjør sera vánaligt fyri Føroya Keypssamtøku ella FK sum handlarnir eita á mannamunni. Heilar 10 mió kr restaðu í á botnlinjuni í fjør. Tað skal samanberast við undirskot uppá 7,6 mió kr í 2022 og 2,2 mió kr í 2021. Sostatt hevur FK mist nærum 20 mió kr seinastu trý árini.
Leiðslan sigur í frágreiðingini, at hon er ikki nøgd. Orsøkin til vánaligu gongdina er, at samstundis sum sølan er minkað, so hevur ikki eydnast at skerja útreiðslurnar samsvarandi.
Um framtíðina verður sagt, at hóast sparingar eru settar í verk, so fer 2024 eisini at geva hall, men tað verður ikki so stórt sum í fjør.
Fíggjarstøðan javnvigar við 96 mió kr. Eginpeningurin er 32 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo