Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Á sumri í 1969 lendir fyrsta menniskjað á mánanum, og Buddy verður 9 ára gamal. Og so brestur býurin Belfast í harðskapi, tá stríðið, the troubles, tekur seg upp millum protestantiska fleirtalið og katólska minnilutan í Norðurírska býnum.

Eftir einari nátt verður trygga barndómsgøtan hjá Buddy til eina hóttandi geil, har hann alt ov skjótt veksur til og verður ein tvungin vaksin.

Eins og í biografinum, sum Buddy elskar, har alt plagdi at vera svarthvítt við eyðkendum hetjum og búrhundum, er alt vent á høvdið, tí einki er sum fyrr. Nýggir spurningar og avbjóðingar koma í einum stríðum streymi. Hvussu skulu omma og abbi klára seg? Fer pápin at verða sama hetjan sum í kovboyfilmunum? Og fer hann nakrantíð at klára at tosa við Catherine, sum hann elskar yvir alt, og tí vil giftast við ein skjønnan dag?

Kenneth Branagh (f.1960), ið er kendur fyri Shakespeare-tukingar, førir okkum við hesum briljanta filmi aftur til barnaárini í Belfast, við eini ungari hetju, ið akkurát sum Branagh sjálvur, elskar Matchbox bilar, spælir á gøtuni, kennir allar grannarnar - og bráddliga skal taka støðu til eina nýggja ófrættakenda verð hjá teim vaksnu.

Hóast ”Belfast” ikki er sjálvbiografiskur, er hansara alter ego Jude Hill, og restin av litríka húskinum eru Caitriona Balfe, Jamie Dornan, Ciarán Hinds og Judi Dench. ”Belfast” vann Oscarvirðislønina í ár fyri besta upprunahandrit. ”Belfast” hevur vunnið 51 virðislønir, m.a. bretsku BAFTA virðislønina sum besti filmur.

FILMSFELAGIÐ 11/5 kl 20:00 Belfast (Kenneth Branagh, Bretland 2021 98 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo