FSF: Tað sær ikki út til at verða í bræði, at føroyski veturin vil sleppa. Kavin og kuldin hava meir ella minni fingið fastatøkur á fótbóltsvallunum kring landið, og aftur komandi vikuskifti fær hetta avleiðingar fyri onkrar av kappingunum.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur í fyrstu atløgu avgjørt, at 3. umfar í næstfremstu deildini hjá monnum, sum er á skránni í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fyribils er útsett.
Nærri fráboðan um, hvussu verður við dystunum í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum, og í 2. deild hjá monnum, sum eru á skránni leygardagin og sunnudagin, kemur væntandi tíðliga seinnapartin fríggjadagin.
Viðvíkjandi dystum í kappingini fyri U15, U17 og U21, verður heitt á feløgini um at semjast um annan leikdag, um ikki er spælandi ásettar dagar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo