FaroeDive: Føroyska kavaravinnan er í einari rúkandi menning. Eftirspurningurin eftir kavarum við hóskandi førleikum og útbúgvingum veksur í hvørjum.
Vinnukaving hevur seinastu árini flutt seg frá at vera eitt hjástarv hjá nøkrum fáum, til at vera eitt fulltíðarstarv hjá alsamt fleiri og fleiri.
Í dag arbeiða áleið 35 vinnukavarar í alivinnunni og 5-8 kavarar í byggivinnuni.
Harumframt eru áleið 15 kavarar tilknýttir tilbúgvingunum bæði á sjógvi og landi.
Av tí at uppgávurnar, ið kavarar loysa gerast støðugt meira avbjóðandi hava 8 føroyskir kavarar valt, at fara undir eina tilgongd har teir uppstiga prógv síni frá froskmanni til slangukavara.
Slangukaving er tað man fyrr eisini kallaði fyri tungkaving.
Á myndini síggja vit unga vinnukavaran Eli Hansen umborð á bjargingarbátinum Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag, áðrenn eitt venjingarkav niðurvið Norðhavnini. Eli arbeiðir sum kavari hjá kavarafyritøkuni Kav Sp/f í Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo